Heilsuváttan til vinnukavarar

Fyri at sleppa av arbeiða sum vinnukavari, skal man lúka ávís heilsukrøv. Hvørji heilsukrøv eru, veldst um landið kava verður í, umframt tað eisini kunna verða ymiskt krøv alt hvat fyri slag av kaving talan er um. Onkrar kanningar kunna kommunulæknar gera og aðrar kunna bert góðkendir vinnukavaralæknar gera. Tað verður viðmælt at fara til ein lækna við serligari vitan Innan kavaramedicin.

Kravið um heilsukanning kemst av, at tað til tíðir kann vera sera krevjandi at arbeiða undir sjónum. Umframt at tað er krevjandi arbeiði, so er kroppurin í einari heilt aðrari støðu enn á landi.

Heilsukanningin skal taka hædd fyri heilsuni hjá tí einkulta og meta um sannlíkindini fyri, at tað gerst ein trupulleiki tá man kavar. Sjúkur, sum hava einki at siga á landi, kunna verða hættisligar undir sjónum.

Onkrar sjúkur kunna gera, at man er óskikkaður í eina tíð, men kann seinni aftur at kava. Heilsuváttanin kann í onkrun førum gevast við tillagingum viðv. t.d. dýbd.

Ein heilsukanning av einum vinnukavara kann innibera:

  • Hædd og vekt
  • Lungafunktión
  • Blóðprosent
  • Landroynd
  • Kropsliga kanning
  • Røntgen av lungum
  • Hjartabílæt
  • Hoyrn
  • Konditest
  • o.a.

Onkrar sjúkur gera, at man ikki er skikkaður til at verða vinnukavari, tað er m.a.

  • Sjúkur, sum gera at man missir uppmerksemi ella vitið
  • Astma og aðrar lungnasjúkur
  • Nýtsla av heilivági, sum niðursetir kropslig ella sálarlig arbeiðsevni

Títtleiki av kanning

Í Føroyum er tvey sløg av kavaraheilsuváttanum. Ein "lítil" og ein "stór". 1. kanningin skal verða ein "stór" kanning, hareftir skal man hava "stóra" kanning 5. hvørt ár. Tað er krav um "lítla" heilsuváttan 2. hvørt ár. Í praksis merkir hetta, at vinnukavararar ofta fáa "stóra" og "lítla" kanning skiftivís.

Í Norra er krav um, at kanningin er endurnýggjað hvørt ár. Tað er sama kanning hvørt ár, tó so at hjartabílæt og røntgen skal takast við jøvnum millumbili, men ikki árliga.

Hvar kann eg arbeiða við heilsuváttan frá Sjóvinnulæknanum?

Sjóvinnulæknin er góðkendur vinnukavaralækni í Føroyum og Norra. Onnur lond góðtaka eisini norsku heilsuváttanina, t.d. Stóra Bretland, Svøríki og Niðurlond. Danmark góðtekur, at ein føroyskur kavari við føroyskari heilsuváttan arbeiðir í Danmark. Sjóvinnulæknin kann tó bert veita vissu fyri, at heilsuváttaninar eru galdandi í ávíkavist Føroyum og Norra. Tað áliggur kavaranum at kanna, um heilsuváttanin kann brúkast í øðrum londum.

MINST TIL AT HAVA VIÐ

  • Landroynd
  • Samleikaprógv (t.d. pass ella koyrikort)
  • Eginváttan
  • Evt. brillur ella linsur og linsuvætu (um man brúkar tað)
  • Evt. gamla heilsuváttan (um man skal endurnýggja heilsuváttanina)

PRÍSUR

  • Føroysk heilsuváttan: 1500 kr
  • Norsk heilsuváttan: 2000 kr

GÓÐKENNING

Góðkenning galdandi til 28.04.2026