Heilsuváttan til sjófólk
Fyri at sleppa at arbeiða á sjónum, skal man lúka ávís heilsukrøv. Hvørji heilsukrøv eru galdandi veldst um, hvørjum flaggi mann siglir undir. Bert góðkendir sjóvinnulæknar kunna gera heilsukanningina.
Kravið um heilsukanning kemst av, at tað til tíðir kann vera sera krevjandi at arbeiða á sjónum. Umframt at tað er krevjandi arbeiði, so kann tað verða langur vegur til hjálp, um mann gerst sjúkur.
Heilsukanningin skal taka hædd fyri heilsuni hjá tí einkulta og meta um sannlíkindini fyri, at tað gerst ein trupulleiki umborð.
Onkrar sjúkur kunna gera, at man er óskikkaður í eina tíð, men kann seinni aftur fara til sjós. Heilsuváttanin kann í onkrun førum gevast við tillagingum viðv. t.d. siglingarøki.
Ein heilsukanning av einum sjófólki kann innibera:
- Hædd og vekt
- Landroynd
- Sjón
- Kropsliga kanning
- o.a.
Hvussu umfatandi kanningin er, veldst um sjúkrasøguna hjá tí einkulta. Um tað koma viðurskifti fram í kanningini, sum gera at nærri royndir muga gerast, so verða tær bílagdar og heilsuváttanin kann skrivast, tá svarið er tøkt.
Títtleiki av kanning
Ein heilsuváttan til sjófólk er í mesta lagi galdandi í 2 ár. Tað kunna vera viðurskifti, sum gera, at heiluváttanin er galdandi í eitt styttri tíðarskeið.
Hvar kann eg arbeiða við heilsuváttan frá Sjóvinnulæknanum?
Eg eri góðkendur sjóvinnulækni í Føroyum. Ein heilsuváttan frá mær kann brúkast, um tú siglir undir føroyskum, donskum ella grønlendskum flaggi. Eg eri tíverri ikki góðkendur norskur sjóvinnulækni. Um tú siglir við norskum skipi, mást tú venda tær til ein av teimum góðkendu læknunum, sum kunna gera hesa kanning.