Heilsuváttan til frítíðarkaving

Í Føroyum eru eingi heilsukrøv til frítíðarkavarar. Teir einkultu fyritøkurnar (t.d. PADI, CMAS), sum bjóða kavaraskeið, kunna krevja eina heilsukanning.

PADI, sum er ein tann størsti kavarafelagskapurin í heiminum, krevur, at man fyllir út eina eginváttan. Um man svarar noktandi uppá allar spurningarnar, so krevst ikki ein heilsuváttan at fara á skeiðið. Um man svarar játtandi uppá onkran spurning, so skal man hava eina heilsuváttan.

Allir kommunulæknar kunna skriva váttanina, men tað má viðmælast at fara til ein kavaralækna.

At kava setur stór krøv til kroppin, so tað er týdningarmikið, at man hevur góða heilsu. Serliga sjúkur í andaleið og heila eru av týdningi at kanna og meta um, í samband við kaving.

Um tú ivast í, um tú ert skikkað/ur at kava, so er ráðiligt, at tú tosar við ein kavaralækna.

Ein heilsukanning til frítíðarkaving kann innibera

  • Lungafunktiónskanning
  • Kanning av nervalagi
  • Kropsliga kanning
  • Metan av sjúkrasøgu í samband við kaving
  • Metan av medisin nýtslu í samband við kaving
  • o.a.

Títtleiki av kanning

Sum frítíðarkavari í Føroyum er bert krav til nøktandi eginváttan/kanning, tá man tekur kavaraskeiðið. Um tú gerst sjúk/ur ella kemur í eina vanlukku, eftir tú ert byrja/ur, og tú ivast í, um tað kann hava ávirkan á tín førleika at kava, so er ráðiligt at fara til nýggja heilsukannig hjá einum kavaralækna.

Hvar kann eg kava?

Flestu kavarastøð í verðini krevja bert at títt kavaracertificat er í gildi. Tað er tó ráðiligt at kanna um kavaracentrið, tú skalt kava við krevur eina heilsuváttan, áðrenn tú fert heimanifrá.

Um tú hugsar at taka eitt eyka skeið, t.d. AOWD ella líknandi, krevja summi støð nýggja heilsuváttan.

MINST TIL AT HAVA VIÐ

  • Samleikaprógv
  • Eginváttan

SKJØL AT ÚTFYLLA

PRÍSUR

  • Heilsuváttan til frítíðarkaving: 500 kr

GÓÐKENNING

Tað krevst eingin serlig góðkenning til at kanna frítíðarkavarar.